Facebook og Instagram virka nú aftur

Yvir 400.000 brúkarar boðaðu frá feili á sosialu miðlunum Facebook og Instagram.

 

Seinnapartin høvdu hundraðtúsundtals brúkarar trupulleikar við Facebook, Messenger og Instagram. (Arkivfoto). - Foto: Richard Drew/Ritzau Scanpix

Brúkarar kring heimin høvdu í dag trupulleikar við sosialu platformum, sum eru vorðnir fastir tættir í gerandisdegnum.

Skipanirnar hjá Meta, Facebook, Messenger og Instagram slóknaðu í dag.

Seinnapartin klokkan 15.45 høvdu út við 360.000 brúkarar boðað frá, at tey høvdu trupulleikar við Facebook, meðan yvir 56.000 høvdu boðað frá trupulleikin við Instagram.

Trupulleikin var, at brúkarar fingu ikki loggað á skipanirnar.

Tað er enn ógreitt, hvør orsøkin var.

Andy Stone, sum er samskiftisstarvsfólk hjá Meta, skrivar á sosiala miðlinum X, at felagið varnaðist, at brúkarar høvdu trupulleikar.

– Vit arbeiða upp á tað í løtuni, skrivar hann.

Umleið klokkan 16.30 søgdu fleiri miðlar, at brúkarar nú fingu loggað á aftur.

Enn er eingin almenn frágreiðing komin um, at platformarnir virkað aftur, men tveir tímar eftir krassjið, klokkan 17:30, skrivar Andy Stone á X, at Meta hevur loyst trupulleikan.

– Fyrr í dag gjørdi ein tekniskur trupulleiki, at brúkarar høvdu trupulleikar við at logga á skipanir okkara. Vit loystu trupulleikar so skjótt, vit kundu, og biða um umbering, skrivar hann.

/ritzau/

 

 

 

Seinnapartin høvdu hundraðtúsundtals brúkarar trupulleikar við Facebook, Messenger og Instagram. (Arkivfoto). - Foto: Richard Drew/Ritzau Scanpix