Facebook: Nú kunnu seks fólk tosa saman

- Nú kunnu vit lata fólki tann mest eftirspurdu tænastuna nakrantíð.

Soleiðis sigur Facebook í einari fráboðan um, at teirra kjattforrit Messenger nú gevur møguleika fyri, at upp í seks fólk kunnu tosa saman umvegis video.

Higartil hava tvey fólk kunna havt video-samrøður umvegis Facetime, men Messenger kann nú lata upp í 6 fólk tosa saman samstundis umvegis video.

Sambært Facebook brúka 245 milliónir fólk hvønn mánað videosamrøður umvegis Facetime, og roknað verður við, at hetta talið fer at økjast við nýggja møguleikanum á Messenger.