Facebook missir undirtøkur

Aðrir sosialir miðlar vinna tannáringarnar frá Facebook.

Facebook hevur seinnu árini verið best umtókti sosiali miðilin og er framvegis størsti miðil av sínum slagi í heiminum, men í løtuni gongur skeiva vegin hjá Facebook í hørðu kappingini við aðrar miðlar.

Í USA velja ungdómar í størri mun aðrar sosialar miðlar fram um Facebook – serliga Twitter og Instagram.

NBC News veit at siga, at 26 prosent av teimum ungu í USA halda, at Twitter er týdningarmesti sosiali miðilin, meðan 23 prosent siga Facebook. Í fjør søgdu 42 prosent av teimum somu, at Facebook var týdningarmest fyri tey.

Facebook roynir at svara aftur við at geva teimum 13 til 17 ára gomlu nýggjar møguleikar at deila boð og myndir og at fylgja hvørjum øðrum.