Facebook kann føra til astma

Tað ljóðar sum ein skemtisøga, men nakað er kortini um tosið.

Ein ungur maður í Italia hevur fyri eitt astma-herðindi av at vera á Facebook. Tað skrivar víðkenda medisinska tíðarritið The Lancet.

Móðir hansara undraði seg yvir, at ungi maðurin í heilum fekk hesi herðindini, og at tey versnaðu tá hann var á kamari sínum. Tað vísti seg nú, at Facebook var orsøkin.

Umvegis Facebook hevði hann samband við eina fyrrverandi unnustu og fylgdi við í lívi hennara, saman við nýggjum mannligum vinum.

Og hetta førdi til so nógv stress, at hann fekk astma av tí, skal ein altso trúgva medisinska tíðarritinum.