Tá tú leggur eina mynd á Facebook, so hevur Facebook rætt til at brúka myndina til tað, sum teimum lystir.
Hóast tú enn eigur myndina, so hevur tú, tá tú legði myndina út, eisini givið Facebook rættin til at brúka, redigera og broyta myndina. Umframt fysiskt at brúka prentaðu myndina. Tú gevur harvið Facebook óavmarkaða atgongd til at brúka myndirnar til alskins marknaðarføring ella átøk, sigur Anette Høyrup, løgfrøðingur hjá danska brúkararáðnum Tænk við miðilin Samvirke.
Hon greiðir frá, at tú ikki hevur rætt til at nokta Facebook at nýta myndirnar, sum tú hevur lagt út á sosiala miðilin, tí tá tú hevur upprættað tær vangamynd á Facebook, so tekur tú undir við, at tey avgerða spælireglarnar. Hóast tú altíð kanst sletta tær myndirnar, sum tú hevur lagt út, so veitst tú ikki við vissu, um avrit eru tikin av myndunum, áðrenn tær verða slettaðar, greiðir hon frá.
Hon mælir til, at tey, ið leggja myndir á netið rudda upp í myndinum, sum eru á vangamyndini, og hava í huga, hvussu tær lýsa teg nú og um eini 10 ár, um tú ert ungur í dag.
– Harumframt er tað eitt gott hugskot at verða krittiskur við tí, sum tú lutar, tí tú hevur ikki eftirlit við tí, tá tað er lagt á netið, staðfestir hon.