Nú fer Facebook í hernað móti sokallaðum "fake news" ella følskum tíðindum. Facebook boðaði í dag frá, at tær síður, sum áhaldandi bera følsk tíðindi fáa lýsingarbann, og sleppa tí ikki at keypa lýsingar á stóra miðlinum.
- Hendan uppdateringin verður ein liður í at minka um fíggjarligu inntøkuna hjá síðunum, sum luta føsku tíðindini, skrivaði miðilin í bloggi.
- Um ein síða áhaldandi lutar søgur, sum hava verið skýrdar følsk tíðindi, so verður ikki møguligt at keypa lýsingar á Facebook. Steðgar síðan við at luta følsk tíðindi, so fær hon møguliga heimild til at keypa lýsingar, skrivar Facebook.









