Summi fólk halda, at onnur liva meira spenanndi enn ein sjálvur, tá ið tey síggja slíkar dagføringar.
Videnskab.dk skrivar, at granskarar á Standford Universitetinum halda, at vit undimeta, hvussu onnur fólk hava tað, tá ið vit bara tosa um positiv ting á Facebook. Sambært granskarunum var tað ein greið ábending um, at fólk, sum síggja nógvar positivar dagføringar og myndir halda, at onnur hava tað betri enn ein sjálvur.
- Okkara dagføringar á Facebook snúgva seg í stóran mun um at skapa ein samleika og at fáa viðurkenning.Vit vilja heldur kennast fyri tað góða enn tað ringa. Hinvegin merkir tað, at fólk við lítlum sjálvsvirði fáa eina kenslu av, at hini hava tað nógv betur, sigur Lars Lundmann Jensen, lektari í sálarfrøði á Københavns Universitet, við videnskab.dk.