Facebook gjørt Bono ríkan

Hann var allarhelst ríkur áðrenn, men fríggjadagin gjørdist Bono heimsins ríkasti tónleikari uppá bert nøkur sekund.

 

Fyri trimum áðrenn síðani setti Bono 530 milliónir krónur í internetfyritøkuna Facebook. Og eftir at fyritøkan varð skrásett á virðisbræva marknaðinum fríggjadagin, vóru hesari 530 milliónir krónur fleirfaldaðar, og endaðu við at vera gott 9 milliardir krónur.

 

Sambært amerikonsku heimasíðuni Benzinga.com setti fyritøkan hjá Bono, Elevation Partners, í 2009 tær mongu milliónirnar í fyritøkuna hjá Marc Zuckerberg.

 

Frammanundan var Bono verdur áleið 900 milliónir, sigur amerikanska heimasíðan. Men nú er hansara ríkidømi vaksið til heili 9 milliardir.

 

Áðrenn Facebook ævintýrið var tað Sir Paul McCartney, sum var heimsins ríkasti tónleikari, við áleið 6 milliardum krónum.

 

Hetta veit heimasíðan hjá BT í dag.