Facebook er farið undir royndir við at krógva talið av likes á uppsløgum í Avstralia. Tað upplýsir sosiali miðilin í dag.
Facebook-brúkarar í Avstralia fara at vera blokeraðir fyri at síggja talið av likes, svarum og videovísingum á uppsløgum hjá ørum frá í dag at rokna, men brúkarar fara framvegis at kunna síggja á egnum uppsløgum, hvussu onnur hava svarað.
Royndin hevur sum endamál at linka trýstið, sum fólk kunnu kenna av sosiala miðlinum.
– Vit ynskja ikki, at Facebook skal kennast sum ein kapping, upplýsir Facebook í eini fráboðan.
– Hetta er ein kanning fyri at vita, hvussu fólki dámar hendan nýggja háttin.
– Vit vóna at læra av hesum, fyri at síggja, um tað er soleiðis vit skulu gera allastaðni, sigur Facebook í fráboðanini.
##med2##
Facebook upplýsir ikki, hvussu leingi hendan royndin skal vara. Men tey lýsa royndina sum »eina avmarkaða kanning til tess at fáa nakarar royndir.«
– Meðan hetta er kannað á Instagram, so eru Facebook og Instagram ymsir pallar, og vit vilja helst fáa øðrvísi data úr hesi testini, verður sagt frá Facebook.
Mia Garlick, politiski stjóri hjá Facebook í Avstralia, upplýsir samært The Guardian, at tað er ov tíðliga at siga, um royndin verður gjørd í øðurm londum eisini.
Meira enn ein milliard fólk kring heimin brúka Facebook, men sosiali miðilin er hartaður fyri, at pallirnar hjá teimum kunnu ávirka mentalu heilsuna hjá brúkarunum tann skeiva vegin.
Facebook eigur eisini sosiala miðilin Instagram, og longu í summar varð farið undir eina roynd við at krógva likes á Instagram.
Fyrst var ein roydn gjørd í Kanada, sum síðani varð víðkað til Avstralia, Brasila og fleiri aðrar stórar marknaðir.
/ritzau/AFP