Facebook er tann ósosiali miðilin

Facebook 10 ár: Páll Hammer heldur, at Facebook er spill av tíð og lívi

- Eg havi einki ímóti Facebook, tí fólk avgera sjálvi, um tey eru við, og hvussu tey brúka Facebook. Eg síggi væl fyrimunirnar við Facebook, men í mínari verð er Facebook ikki ein sosialur miðil – tað ger fólk anti-sosial, sigur Páll Hammer.

Hann vil ikki verða í stóru fjøldini av fólki í Føroyum og kring heimin, sum hava profil á Facebook.

Lurta eftir Rás2-samrøðu við Páll Hammer við at trýsta á pílin undir myndini.