Facebook er ein svullur

Sleppið tykkum burtur av Facebook, tí tað er ein krabbasvullur á internetinum, sigur útvarpsverturin og rithøvundin Knud Romer

Eini 30.000 føroyingar eru á Facebook – og nógv fólk brúka Facebook-miðilin dagliga. Summi deila upplivingar og meiningar í stórum stíli við sínar vinir, meðan onnur eru meira varin og eygleiða meira sínar vinir og kenningar.

Men stóð tað til danska rithøvundan og útvarpsvertin Knud Romer, so rýmdu vit øll av Facebook – og tað í stundini.


Svart hol

Í vikuni hevði danska blaðið Politiken samrøðu við Knud Romer, og tað hevur givið ekkó í kjakinum niðri.

- Eg elski internetið, sum eg rokni sum svar upp á mínar bønir. Vitan er atkomilig, eg kann hava natúrligt samband við fólk í Japan og USA, og einvegissamskiftið hjá valdsstovnum er knúst. Men Facebook er blivið ein krabbasvullur á internetinum. Tað er eitt stórt, svart hol, sum sýgur alt innihald til sín, sigur Knud Romer við Politiken.

- Allir tínir tankar, uppskiftir, sangir, verkætlanir, leinkjur og vitan er nú stongd inn í tínum lítla, rotna sosiala bólki av vinum, sum allir eru samdir við tær. Fyri meg er Facebook endin á internetinum, sigur Knud Romer.

Hann heldur , at stóri trupulleikin við at brúka Faceook er, at útbreiðslan av vitan verður avmarkað.

- Trupulleikin er, at onnur fólk hava ikki atgongd til ta vitan, sum er í teimum ymsu vinabólkunum, og tú kanst ikki leita tað fram á Google. Tí er Facebook í stríð við fremsta endamálið við internetinum – opið og frítt samskifti og útbreiðsla av vitan, sigur Knud Romer.



Myndatekstur:

Facebook er eitt stórt, svart hol, sum sýgur alt innihald til sín, heldur rithøvundin Knud Romer