Facebook droppar Skype

Í komandi viku kemur Facebook við síni egnu app til video-chat

 

Skype hevur leingi havt støðu sum fremsta skipanin til video-chat, men nú er støðan brádliga heilt alvorliga hótt.

 

Facebook hevur nevnliga sent sína egnu skipan á marknaðin. Eina skipan, sum byggir á Messanger. Og so rokna tey flestu við, at Skype fer at fáa tað sera trupult.

 

Skype og Facebook hava annars samstarvað síðani 2011, men hetta er nú søga.