Facebook drápsmaðurin vildi hava tjúkkar gentur

Fyri einari viku síðani drap hann eina 17 ára gamla gentu. Hann møtti henni á Facebook, og nú eru fleiri ungar genturm, sum greiða frá, at tær eisini hava verið í samband við drápsmannin. Allar genturnar eru ovurfeitar, hava myrkt, langt hár og líkjast ógvuliga nógv hvørjari aðrari. Tað skrivar bretska blaðið The Sun í dag.

 

Í blaðnum greiður ein av yndis gentunum hjá drápsmanninum frá, hvussu hann gekk aftaná henni. Catherine Carty hitti Peter Chapman á einari dating síðu fyri hálvum øðrum árið síðani, og nú er hun ógvuliga skelkað av at vita, at hon í veruleikanum hevur hitt ein drápsmann.

 

-Hann segði, at honum dámdi væl tjúkkar gentur. Hann sendi mær ónærislig boð á Facebook og MSN. Hann skrivaði altíð um sex. Eg visti, at okkurt var galið við honum, sigur Catherine Carty við The Sun.

 

Hann varðveitti tó ikki sambandið við Catherine á netinum. Hon varnaðist, at hann ofta gekk uttanfyri hennara heim. Hon sá hann har meiri enn 100 ferðir.

Lukkuligan fyri Catherine, so misti hann áhugan í henni, og fór víðari. Umvegis Facebook hitti hann Ashleigh Hall, ið ikki gjørdist eins heppin. Hon endaði sítt 17 ára langa lív í einari veit. Á Facebook segði Chapman seg verða ein 17 ára gamal drongur.

 

Peter Chapman er nú fonglsaðu og ákærdur fyri kidnapping og dráp.