Tíðindamiðlarnir funnu søgunarnar á Facebook. Fyrst rópti Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, danska forsætisráðharran eitt r-hol. Síðani setti Levi Mørk, valevni fyri Javnaðarflokkinum, fram fasistisk sjónarmið og gav muslimum skuldina fyri bumbuatsóknina í Oslo og hópdrápið á Utøya. Tað eru feskastu dømini um, at Facebook ávirkar almenna kjakið, og dømini verða helst enn fleiri undir valstríðnum.
Tað sigur Høgni Reistrup, miðlaserfrøðingur.
- Tað er broytt. Valevnini hava heilt øðrvísi samband við veljararnar enn fyrr. Tað styttist millum borgaran og valevnini, og tað eru serliga Facebook og YouTube, sum eisini verður brúkt, sum ger fjarstøðuna styttri, sigur hann.
Samskifta beinleiðis
Politikkarar skulu vera sjónligir fyri at verða valdir. Tað er rætt og slætt ein fortreyt. Tá bløðini, útvarpið og sjónvarpið spældu høvuðsleiklutin fyri 10 árum síðani, hava valevnini nú aðrar møguleikar við sosialu miðlunum. Sosialu miðlarnir eru ikki landafrøðiliga avmarkaðir. Meðan tú fyrr dyrgdi eftir atkvøðum til fótbóltsdystir, á Kósini, í Miklagarði ella hitarúminum í svimjihøllini, er eingin landafrøðilig fjarstøða millum politikaran og veljaran á sosialu miðlunum.
Gott og væl helmingurin av føroyingunum eru á Facebook. Tað ber við sær, at politikarar kunnu beinleiðis ávirka og stýra samskiftið við veljaran á hesi heimasíðuni.
- Øll vera hoyrd á Facebook, og á tíðindaportalunum, har tað er møguligt at viðmerkja greinar. Fyri 20 árum síðani bar til at skriva lesarabræv og bíða tveir dagar eftir aftursvari. Tað er munandi lættari á Facebook. Tú svarar beinanvegin, og tað broytir samskiftisliga útgangsstøðið munandi. Samrøðurnar eru almennar, og øll kunnu luttaka. Tað er ein stórur fyrimunur fyri fólkaræðið, tí sambandið millum veljaran og politikaran verður nógv betur, sigur Høgni Reistrup, miðlaserfrøðingur.
Gomlu miðlarnir, bløðini, útvarpið og sjónvarpið, eru framvegis neyðugir. Tað er tó ein sannroynd, at hesi miðlarnir eru munandi meira formellir. Har tosar politikarin við veljaran, sum ikki kunnu svara aftur.
- Facebook og aðrir sosialir miðlar gera, at veljarin sleppur undan at tosa í almenna útvarpinum ella sjónvarpinum við siðiligari rødd. Tað er meira óformelt á internetinum, og tá tíma fleiri borgarar at taka lut. Hóast tað er óformelt, verður borgarin hoyrdur og fær ávirkan. Tað kann bara stimbra eitt demokratiskt samfelag, heldur hann.
Facebook var eisini við á løgtingsvalinum í 2008, men tað hevur vundið munandi meira upp á seg seinastu árini.
Høgni Reistrup, miðlaserfrøðingur, dregur fram Sjúrð Skaale, sum dugir væl at gagnnýta sosialu miðlarnar. Tað hevur verið ein fragd at sæð hansara atburð á sosiala pallinum. Tað er gott fyri politiska samskifti, heldur miðlaserfrøðingurin.