Facebook er sum so søga. Men bert sum firmanavn. Fyritøkan, sum millum annað stendur aftanfyri Facebook, Instagram og WhatsApp, skiftir navn til Meta.
Hetta upplýsir Mark Zuckerberg í kvøld á Facebook Connect, vita útlendskir miðlar at siga.
Appin fer framvegis at eita Facebook, veit CNN.
Okkara “brand” er í dag so tætt knýtt at einari vøru, at tað ikki kann umboða alt tað, ið vit fáast við í dag, segði Zuckerberg á tykis-framløguni á Facebook Connect.
Tað er ongin loyna, at ágangur hevur verið á Facebook. M.a. hava amerikanskir politikarar ákært Facebook fyri monopol virksemi, og neiliga ávirkanin, sum Instagram kann hava á ungfólk, hevur verið nógv frammi.
Tað er ikki óvanligt, at amerikanskar tøknifyritøkur broyta navn, tá nýggj virkisøki eru fyri framman. Í 20015 stovnaði Google móðirfelagið Alphabet, fyri at víðka fyritøkuna til annað enn kendu leititólskipanina og lýsingarvirksemi.