Facebook bannar myndum av bróstageving

Tað hevur fingið ilt í mong, at netstaðið Facebook tekur sær rætt til at sletta myndir av bróstageving, tí tær metast at vera ósømiligar



Hevur tú lagt eina mynd á Facebook av tær sjálvari við lítla fitta baby á brósti, skalt tú vænta, at myndin skjótt er horvin. Roynir tú at leggja myndina út aftur, verður tú mest sannlíkt strika sum brúkari á vælumtókta netstaðnum, veit tíðindastøðin Sky News at siga.


Mótmæla Facebook

Fittir, súgvandi nýføðingar ella ei - so er tað nevniliga brot á reglurnar hjá Facebook at vísa myndir av naknum bróstum.

Hetta hevur fingið ilt í nógvar kvinnur á Facebook, sum nú fylkjast í einum mótmælisbólki, ið sigst at telja meir enn 90.000 fólk. Herfyri savnaðust fleiri túsund av teimum í eini mótmælisgongu framman fyri høvuðssætið hjá Facebook í Palo Alto í Kalifornia

Sambært miðlagranskaranum Stig Hjarvard á Universitetinum í Keypmannahavn nyttar tað tó neyvan nógv at mótmæla

"Trupulleikin er, at netið er ein globalur miðil, og tey, sum reka eitt netstað, kunnu gera tað sambært sínum egnum treytum og moralskum normum. Tí mugu vit eisini vænta, at vit fyrr ella seinni verða rakt av treytum og reglum, sum koma aðrastaðni frá", sigur Hjarvard við donsku útvarpsstøðina, P3.

Facebook verjir seg við at siga, at tey onki hava ímóti bróstageving sum so. Tað eru myndirnar av naknum bróstum og bróstvørtum, sum eru trupulleikin. Hesar verða bólkaðar saman við ósømiligum myndum sum heild, ið Facebook heldur seg hava skyldu at verja sínar brúkarar ímóti.