Facebook bólkur stuðlar KÍ

Endamálið hjá bólkinum er at hjálpa felagnum, sum nú skal gjalda 501.000 krónur til fyrrverandi venjaran, Tony Paris.

Í lýsingini av bólkinum verður sagt, at fleiri stórir stuðlar longu hava verið inni í myndini, og at fleiri privat-fólk hava spurt, hvussu tey á besta hátt kunnu stuðla felagnum, áðrenn rokningin skal gjaldast.

Og tað skal hon fríggjadagin klokkan 12.