- Tá ein av okkara landsmonnum megnar tað bragd at vinna silvur við EM á 1.500 metra teininum í svimjing, umframt øll tey brøgd hann longu hevur framt, er ikki meira enn rímuligt at vit gera ein 50 metra hyl.
- Eisini havandi í huga ta íbirting, hann hevur sátt í tey, sum eru yngri enn hann. Tað sæst longu aftur í ítøkiligum úrslitum.
Lat okkum savnast um eitt almennt ynski um hesa sjálvfylgju, sigur stovnarin av Facebook bólkinum, Petur Mohr Reinert..