Facebook er eins og aðrastaðni vorði sera útbreitt, og nýggjasta rákið er at stovna sokallaðar bólkar, og bólkarnir eru nú komnir til býarlívið í Føroyum. Á heimasíðuni www.facebook.com er ein bólkur, ið nevnist ?Byin.fo Limir 2009. Ókeypis?.
Tey ið ynskja gerast limir í hesum bólki, hava sostatt ymsar fyrimunir, ið onnur ikki hava. Tað ber til at fáa avsláttur, umframt at heitið á bólkinum leggur upp til, at limirnir í bólkinum fáa eitt hvørt ókeypis í 2009. Eisini verður lagt upp til, at limirnir av bólkinum skulu fáa nøkur ?limaball?, ið sostatt bert er fyri bodnum gestum. Byin.fo er ikki fyrsta umboð frá býarlívinum, ið hevur nýtt Facebook sum ein hátt, at sleppa út til fólkið. T.d. kann nevnast Pubbina og Seglhúsloftið á Tvøroyri, har ein javnan fær sendandi tíðindi, um ein er partur av bólkinum hjá teimum. Ymsir tónleikarar nýta eisini høvi at marknaðarføra seg umvegis Facebook, og sjálvsagt eru eisini nógvir felagsskapir ið royna at fáa undirtøku fyri teirra arbeiði umvegis heimasíðuna.
Hetta kann bert verða ein staðfesting av hvussu stóran týdning Facebook nú hevur í tí nútímansgjørda marknaðarføringsheiminumm, og vit føroyingar hava eftir øllum at døma ætlanir um at fylgja við í alheimsrákinum.