Stutt aftaná avgerðin í kvøld fall í X-Factor, og føroyskan divan Anna Nygaard bleiv send úr kappingini, er ein Facebook bólkur stovnaður, ið krevur songkvinnuna aftur í X-Factor. Um hetta letur seg gera er ivasamt, men í øllum førum hevur bólkurin longu nú fingið óvanliga stóra unditøku, nú limatalið táttar í 600 limum, eftir bert fáum tímum.
Og Facebook síðurnar eru á tremum við ørkymlaðum X-Factor fjepparum, ið ikki skilja avgerðina hjá dønum og Remeé í kvøld.
Kappingin hesaferð hevur verið á óvanliga høgum støðið, og helst er hetta orsøkin til, at ein songfuglur sum Anna Nygaard bleiv send úr kappingini.










