Við fýra uppleggum og einum máli var eingin ivi um, at Cesc Fabregas var dagsins maður hjá Arsenal í stórsigrinum móti Blackburn. Tí fall tað eisini í góða jørð, tá miðvallarin eftir dystin staðfesti, at hann stórtrívist í felagnum. Eftir at hava skorað, kysti Fabregas búmerkið á troyggju síni, og hann staðfesti seinni, at hetta varð gjørt, fyri at vísa øllum, hvussu góður hann er við felagið.