Spanska landsliðið hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá teir í gjár vunnu 6-0 á Aserbadjan í venjingardysti. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Spania, at liðskiparin, Cesc Fabregas, mátti av vøllinum við skaða. Hetta hendi, tá Fabregas fór harðliga um koll í brotsteiginum. Brotsspark spurdist burturúr, og hetta nýtti David Villa til at skjóta sítt triðja mál í dystinum, men Fabregas mátti altso av vøllinum at verða seymaður.