Fótbóltur
Teir báðir gjørdust stóru hetjurnar sunnudagin, eftir at Chelsea annan jóladag hevði snávað við málleysum javnleiki á útivølli móti Birmingham.
Tað var annars ikki júst tað, sum lá í kortunum hjá Fabregas. Beint undan dystarbyrjan móti Aston Villa varð staðfest, at spaniólin ikki var førur fyri at spæla týðandi dystin, men hóast hetta, so helt Wenger gimsteinin hjá sær á beinkinum, sum jokara.
Og hetta var ein skilagóð avgerð. Fabregas kom inn, tá tað eftir knappan tíma framvegis var málleyst, men hetta skuldi skjótt broytast. Fyrst sendi hann fríspark beinleiðis í netið, og síðani endaði hann sera vakurt kontra við at skora til 2-0. Eitt mál, sum tíverri eisini bar við sær, at skaðin hjá Fabregas versnaði, og tí mátti hann av aftur vøllinum. Og sum áskoðari kundi hann síggja Diaby staðfesta sigurin við málinum til 3-0.
Wayne Rooney noyddist eisini fyrst ígjøgnum leiklutin sum klovn, áðrenn hann gjørdist stóra hetjan í Manchester.
Rooney skoraði annars beint undan steðginum til 1-0 móti Hull, men hann átti eisini eina út av lagi vánaliga afturleggin, sum bar við sær, at Hull kundi javna við brotssparki.
Rooney var tó ikki liðugur. Eitt innlegg frá honum endaði í málinum sum sjálvmál, og síðani kundi hann sera hegnisliga spæla Berbatov púrasta leysan, so hesin kundi staðfesta sigurin.
Við sigrunum eru tey bæði liðini ávíkavist tvey og fýra stig aftan fyri Chelsea. Og tá hevur Arsenal enntá ein dyst tilgóðar í oddastríðnum, sum brádliga er vorðið nógv tættari, enn útlit vóru til fyri bara tveimum vikum síðani.
Jólaskráin
26. desember
Birmingham-Chelsea 0-0
Fulham-Tottenham 0-0
West Ham-Portsmouth 2-0
Burnley-Bolton 1-1
Manchester City-Stoke 2-0
Sunderland-Everton 1-1
Wigan-Blackburn 1-1
Liverpool-Wolves 2-0
Sunnudagin
Arsenal-Aston Villa 3-0
Hull-Mancester United 1-3
Mánadagin
Tottenham-West Ham
Blackburn-Sunderland
Chelsea-Fulham
Everton-Burnley
Stoke-Birmingham
Wolves-Manchester City
Týsdagin
Aston Villa-Liverpool
Bolton-Hull
Mikudagin
Portsmouth-Arsenal
Manchester United-Wigan