TV2 í Noregi hevur gjørt eina samrøðu við spanska stórspælaran, Cesc Fabregas, sum er nýklaktur enskur meistari við Chelsea.
Cesc Fabregas hevur seinastu árini spælt saman við nógvum góðum spælarum í Arsenal, FC Barcelona og í Chelsea. Spurdur um hvør hevur verið hansara besti viðspælari nakrantíð, svarar Fabregas: - Tað er ein lættur spurningur at svara: Lionel Messi. Eingin er betri enn hann, og eingin hevur nakrantíð verið líka góður, og tað er torført at ímynda sær, at nakar nakrantíð fer at spæla eins væl og Lionel Messi.
Cesc Fabregas heldur, at Messi hoyrir heima í Barcelona, og ikki í nøkrum øðrum felagi. - Eg haldi Messi hoyrir heima í FC Barcelona. Um hann fullførir alla sína yrkisleið í Barcelona, so verður tað ógjørligt hjá nøkrum øðrum at fremja tað sama, sum hann hevur framt fyri FC Barcelona.
Spurdur um Lionel Messi hevði kunnað spælt í Premier League, er Fabregas ikki í iva: - Sjálvandi. Hann passar inn allastaðni. Líkamikið hvussu viðurskiftini ella mótstøðuliðini eru, so fer Messi at gera tað honum lystir.
Cesc Fabregas undirstrikar yvirfyri norska TV2, at honum leingist eftir at spæla á sama liði, sum Lionel Messi aftur. - Hann er ein av mínum allarbestu vinum, og vit hava vunnið nógv saman, greiðir Fabregas frá.