Fabregas klárur til Roma

Siðani desember mánað hevur spanski stjørnuspælarin Cesc Fabregas ikki spælt vegna knæskaða, men nú er ljós fyri framman. Læknar siga nú, at Fabragas møguliga kann verða klárur at spæla aftur, tá ið Arsenal skal hitta AS Roma í Champions League síðst í hesum mánaðinum. Sambært læknunum hevur tað gingið skjótari enn vænta at fáa bilbukt við knæskaðan hjá Fabregas.