FabLab á Kambsdali er ársins átak. Tað bleiv kunngjørt á Vinnudegnum, ið verður hildin í Norðurlandahúsinum í dag.
Páll Isholm, rektari á Miðnám á Kambsdali, og Jóannes Djurhuus, leiðari á FabLab, tóku móti virðislønina, ið bleiv handað av Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Høgni Hansen, nevndarformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fyri heiðurin sum Ársins Átak fekk verksmiðjan eina standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
FabLab er nýggja talgilda verksmiðjan á Miðnám í Kambsdali og er ein stytting fyri Fabrication Laboratory. FabLab er eitt altjóða netverk, ið arbeiðir við nýskapan og vitanarøking. Við talgildu verksmiðjuni á Kambsdali verða Føroyar knýttar uppí hetta altjóða netverkið.
Verksmiðjan er útgjørd við nýggjastu tøkni, so sum CNC-fresara, 3D-prentara og nýggjastu forritum og amboðum, og ætlanin er at hon skal vera til hjálp og kveikan fyri næmingar, men eisini fyri borgarar í lokalumhvørvinum, ið kunna fáa gagn av altjóða netverkinum hjá FabLab.