Fabian Delph til Liverpool

Enskir miðlar meta hann verða tann kosna at fylla skógvarnar hjá Gerrard

Síðani tað gjørdist greitt, at besti Liverpool-spælarin í 21. øld, Steven Gerrard fer at gevast í felagnum í summar, hevur verið gitt hvør maðurin fer at verða, sum skal fyllu stóru skógvarnar hjá Steven Gerrard.

 

Sambært enska blaðnum "The Daily Mirror" skal høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers hava valt sær Fabian Delph hjá Aston Villa, sum avloysara fyri Steven Gerrard. 

 

Sáttmálin hjá Fabian Delph við Aston Villa gongur út í summar, og Brendan Rodgers sigst verða til reiðar at leggja sjey miljónir pund á borðið, fyri at tryggja sær tann 25 ára gamla, Fabian Delph. Tottenham sigst tó eisini at liggja framvið við einum boði uppá Fabian Delph.