Fabia - ein bilur Skoda kann vera errin av

Tíðin er farin frá øllum søgunum um Skodabilarnar, og tá børn vóru happað av øðrum børnum, tí tey áttu ein Skoda.

Magnus Gunnarsson


Tann nýggi Skoda Fabia er ein bilur, sum Skoda bilaverksmiðjan kann vera errin av. Linjurnar eru ikki áleypandi á nakran hátt, men vinna í longdini, og bilurin er sera væl gjørdur. Sjálvt um fleiri av teimum ovastu stjórunum í Skoda, ið nú er ein partur av VW Group, eru týskarar, er bilurin gjørdur í Tjekkia.


Elektriska servostýring

Fabia hevur ein nýggjan plattform, ið eisini skal brúkast til ein komandi VW Polo og Seat Ibiza.

Umhvørvið hjá bilinum virkar einfalt og gott, og útsýnið á sama hátt. Forsetrið kann stillast upp og niður, rættið kann stillast bæði í frástøðu og longd. Eisini stuðla forsetrini kroppinum væl, og kunnu flytast so langt aftur, at fólk við longum beinum hava gott pláss.

Bilurin hevur 4 airbag og 5 nakkapútur og 3 punkts trygdarbeltir til øll setrini. Servostyringin, ið er el-drivin, belastar motorin minni enn tær hydraulisku.

Koyrieginleikarnir eru góðir og tryggir, og bilurin klárar seg sera væl í svingum, og fjaðraskipanin er ein tann besta í hesum klassanum. Hann er væl ljóðaður, og kvaliteturin er á høgum støði.


Classic, Comfort

og Elegance

Fabia fæst í trimum útgávum, Classic, Comfort og Elance.

Í fyrstu atløgu eru tríggir 1.4 l bensinmotorar at velja ímillum við ávikavist 60, 68 og 101 HK. Seinni kemur ein 1.6 l og ein 2.0 l bensinmotorur og tveir dieselmotorar, 1.9 SDI og 1.9 TDI.

Av standardútgerð kunnu vit nevna el-servostýring, ABS bremsur, pollenfiltur, airbag framman og í síðunum. Fabia hevur heilgalvanserað karrossarí við 10 ára garanti, 2 ára verksmiðjugaranti og 3 ára lakkanti.

Enn fæst bilurin bert við 5 hurðum, seinni kemur hann sum sedan við 4 hurðum og sum stationvognur. Hjá Nordbil vænta tey sær nógv av hesum frálíka bili, men vegna stóran eftirspurning, verður tað trupult at útvega nóg nógvar bilar at byrja við, so tey, sum ætla sær ein Skoda Fabia, mugu brynja seg við toli í fyrstu atløgu.


Skoda Fabia

1.4 MPI


Motorurin4 syl. 1.4 l bensin

við 68 HK

0-100 km/t15,5 sek.

TrekkFramman

BremsurSkivur framman og trumlur aftan

Bensinnýtsla14,7 km/l

Dekkstødd185/60-14

Stødd og vekt

Longd396 cm

Breidd165 cm

Hædd145 cm


Eginvekt1025 kg

Prísur107.750 kr


Søluumboð

Nordbil

Oyggjarvegur

FO-100 Tórshav