Í kvøld klokkan 20 verður A-landsliðið úttikið til landsdystirnar móti Norðurírlandi í Belfast og móti Ungarn á Tórsvølli. Sum skilst, so verða tað fáar broytingar í hópinum frá dystinum móti Finnlandi í september.
Rás2 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni klokkan 20 í kvøld
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur ikki verið í Føroyum síðani seinasta landsdyst og tí er líkt til, at talan verður í mesta lagi um einstakar broytingar. Flestu av spælarunum, sum kunnu gera seg galdandi til landsliðið spæla í Gundadali í kvøld, har HB tekur móti Víkingi. Tað verður eisini til hendan dystin, at Lars Olsen verður.
Tíðindafundurin við landsliðsúttøkuni verður klokkan 20 í FSF húsinum. Rás2 sigur beinleiðis frá landsliðsúttøkuni. Rás2 sendir eisini beinleiðis frá HB-Víkingur og ÍF-B36. Dysturin í fuglafirði byrjar klokkan 17.00, meðan dysturin í Gundadali byrjar klokkan 17.30.