Fáa váta ólavsøku í ár

Sambært veðurforsøgnunum fáa vit eina váta ólavsøku í ár

Sambært veðurforsøgnunum fáa vit eina váta ólavsøku í ár.

 

Leygarnáttina verður lot av landnyrðingi og 2,8 mm regn. Hitin verður 12 stig. Leygarmorgunin frískar hann vindin til stívt andøvsgul. Hitin verður 13 stig og vit fáa 3,3 mm regn. Ættin verður landsynningur 9 m/s.

 

Seinnapartin – tá ólavsøkan verður sett klokkan 14 fer at regna illa, 7,6 mm og stívt andøvsgul av landsynningi.

 

Um kvøldið makar hann vindin til stívt andøvsgul, framvegis regnar illa, 6,3 mm, og ættin er landsynningur.

 

Ólavsøkunátt verða regnæl. Hitin um 11 stig. Andøvsgul av útsynningi.

 

Ólavsøkumorgun verður partvíst skýggjað veður og turt, og eitt andøvsgul av suðri.

 

Seinnapartin ólavsøkudag fer aftur at regna, og ættin verður sunnan, landsynning sunnan, og vindmegin verður andøvsgul, 7 m/s.

 

Um kvøldið verður meira regn, 4,0 mm, og ættin verður strúkur í vindi av landssynningi, 12 m/s.

 

Mánanáttina slítur í, tað verður strúkur í vindi, 12 m/s av landssynningi.

 

Mánadagin verður turt og sólin fer at skína.

 

Væl vita vit, at veður má sær ráða, og at veðrið í Føroyum broytist skjótt. Vit kunnu so bara vóna, at verðurvánirnar eisini broytast eitt sindur, so keðiliga veðrið ikki rakar so beint á ólavsøkuna, sum veðurforsøgnirnar siga í løtuni.