Fáa væl av makreli undir Íslandi

Teir seinastu dagarnar hava íslendsk skip fingið væl av makreli vestanfyri og sunnanfyri.

Skipini hava roynt suður úr Reykjanesi og í landssynning úr Vestmannaoyggjunum, og fleiri hava landað í Reykjavík og í Oyggjunum.

 

Morgunblaðið skrivar frá einum av skipunum, sum royna suður úr Vestmannaoyggjunum, at makrelurin er fyrri á veg har í ár enn í fjør, og harafturat er hann góður eftir árstíðini.

 

Teir, sum royna suður úr Reykjanesi, vilja eisini vera við, at makrelurin er størri í ár enn um hesa tíðina í fjør. 

 

Makrelurin er eisini komin undir Eysturgrønland, og tey fyrstu skipini byrjaðu har í síðstu viku.