- Sláa vit okkum saman, kunnu vit fáa eina øgiliga slagkraft. Tað sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag. Í kjalarvørrinum av nýggja sáttmálanum, handverkararnir og meistararnir gjørdu í fyrrakvøldið, fer hann nú at taka stig til samráðingar um eitt miðvíst fakfelagssamstarv ímillum øll arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini.
Les eisini: Kunnu verða nógv sterkari
Endamálið við samstarvinum er at næstu ferð, sáttmálasamráðingar verða, skulu øll feløgini samráðast í felag. - Verða vit fimm ella seks feløg, sum samráðast í felag, fáa vit eina heilt aðra slagkraft, enn vit hava nú, tí tá vera vit so mikið sterk, at í evsta føri kunnu vit leggja alt samfelagið púra lamið. Aftir avtalu við Arbeiðsgevarafelagið skal eitt slíkt samstarv verða fráboðað í seinasta lagi nýggjársaftan næsta ár. Suni Simonsen sigur, at hann hevur tosað leysliga við arbeiðarafeløgini og tey eru sinnað at ganga sama í samstarv við handverkararnar. Kanska kunnu enn fleiri fakfeløg vera við í samstarvinum sum frálíður. Trupulleikin hjá handverkarunum hevur verið, at sáttmálin gongur út í oktober. Men hjá arbeiðarafeløgunum gongur sáttmálin út í mai og tað eru teir fyrstu sáttmálarnir, sum leggja støðið fyri, hvussu nógv lønirnar skulu hækka. So tá ið handverkararnir einaferð sleppa til samráðingarborðið er alt longu avgjørt. Men nú vilja handverkararnir sleppa upp í part, tá í karmarnir verða lagdir fyrst í mai. Hann sigur, at lønarhækkingin hesa ferð var alt ov lítil. - Tað er neyðugt at lønirnar hjá handverkarum hækkar munandi, tí annars tapa vit kappingina við onnur lond, har lønin er nógv hægri. Og avleiðingin verður, at enn fleiri handverkarar rýma av landinum. - Skulu vit ikki missa allar handverkararnar av landinum, er neyðugt, at lønin verður kappingarfør, leggur hann afturat. Handverkarar hava eisini ført fram, at munurin á eini handverkaraløn og eini arbeiðaraløn er alt ov lítil. Men er tað væntandi, at arbeiðarafeløgini fara at góðtaka, at lønirnar hjá handverkarum skulu hækka meiri enn lønirnar hjá arbeiðarunum? - Sum sagt hava vit tosað við arbeiðarafeløgini og vit eru sinna at kanan møguleikan fyri einum samstarvi, sigur Suni Simonsen.
- Støðan er sera álvarslig, tí longu nú er tað næstan ógjørligt at fáa føroyskar handverkarar til verkætlanir í Føroyum, tí so nógvir eru rýmdir, sigur handverkaraformaðurin.
|