At djór ganga leys á Tvøroyri, hevur leingi verið ein støðugur, og afturvendandi trupulleiki á Tvøroyri.
Fólk gremja seg mangan um hundar, sum ganga leysir og leypa ótta á fólk og vaksin, og um seyð, sum herjar urtagarðar og grasplenur rundan um húsini hjá fólki.
Tvøroyrar Býráð hevur arbeitt við málinum leingi, men Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at eitt, sum hevur gjørt, at tað hevur drigið út, er samskiftið við fútan um at eina skipan, sum fútin kundi góðtaka.
Men bendir alt á, at komið er undir land og Kristin Michelsen, sigur, at á seinasta býráðsfundi varð samtykt at senda gjøldini, fólk skulu rinda, fyri at fáa djór aftur, sum eru tikin upp, til fútan til góðkenningar.
Eisini er avtala gjørd við hagarnar fyri nøkrum árum síðani um at vetrarfriða Tvøroyri, og somuleiðis hevur býráðið útvegað hús til at hýsa dýrum, sum ganga leys.
Sostatt er skipanin klár at seta í verk, og nú verður bara bíðað eftir gíðkenningini frá Fútanum, so er skipanin klár at seta í verk.
Upptøkumaður er ikki settur, men tað heldur borgarstjórin, verður ikki nakar trupulleiki. Talan kann vera um, at starvsfólk hjá kommununi, átaka sær uppgávuna, men talan kann eisini vera at fáa onkran annan til uppváguna.
Kristin Michelsen sigur, at hendan skipanin við dýrum, sum ganga leys, verður galdandi úr Ásdali, ytst úti í Froðba, yvir til Hellá, sum er beint innanfyri Drelnes.
Higartil hava tey í Ørðavík ikki viljað verið við í vetrarfriðingini, sigur Kristin Michelsen.