Tað gongur framúr væl hjá Leicester City. Liðið liggur næstovast í Premier League aftaná fimm dystir. Liðið er ósigrað, og hevur 11 stig fyri tríggjar sigrar, og tveir javnleikir.
Hóast hesa góðu byrjan, so er høvuðsvenjarin, Claudio Ranieri als ikki nøgdur. Leicester hevur skotið 11 mál í fimm teimum fyrstu dystunum, men liðið hevur latið sjey mál inn í hesum dystunum. Og tað er nakað, sum italski venjarin als ikki er fegin um. Sum ein sanur italskt hugsandi venjari vil hann halda málið reint.
Og nú ger Claudio Ranieri veruliga sítt til, at spælararnir hjá honum skulu halda málið reint í teimum komandi dystunum. Hann lovar heilt einfalt pitsa til allan hópin, um Leicester megnar at halda málið í einum dysti. Hetta skrivar lokala blaðið "Leicester Mercury".
- Eg ynski at keypa pitsa til mínar spælarar, men tað tykist ikki, sum spælararnir skoyta um pitsa. Møguliga dámar teimum ikki pitsa. Eg segði teimum, at eg skuldi keypa øllum pitsa, um teir megnaðu at halda málið reint í einum dysti, sigur Ranieri við lokala blaðið.
Leygardagin skal Leicester takast við Stoke, og Claudio Ranieri hevur hug at økja tilboðið til sínar spælarar nú, og leggur italski venjarin aftrat, at nú verður bæði talan um pitsa, og um "hot dogs", um spælararnir halda málið reint.
Gott, at Ranieri kann verða so kátur. Tí fyri 10 mánaðum síðani varð hann grikskur landsliðsvenjari. Tað var hann inntil hann og Grikkaland taptu 0-1 ímóti Føroyum í EM-undankappingini á heimavølli í Pireus í Grikkalandi, fríggjakvøldið 14. november 2014.