Tó at veðrið í dag ikki bendir á tann bógvin, so er summarið byrjað og við tí koma eisini summargestirnir.
Í góðveðrinum í gjár tók ein lesari hesa myndina á Skálatrøð. Har stóðu tríggir útlendskir húsvagnar og brúktu heili 14 parkeringsbásar.
In.fo hevur í dag sett seg í samband við kommuna, ið hevur ábyrgd av parkeringsøkjunum í Havnini. Haðani eru boðini greið.
- Í slíkum førum fáa bilánararnir eina sokallaða heilsan frá okkum. Teir skulu sjálvandi fylgja galdandi reglum, eins og øll onnur, verður sagt frá kommununi.
Ikki er greitt, hvat hendir, um bilar og eigarar fara av landinum aftur, innan bótin er goldin. Tað er upp til avvarðandi myndugleikar at krevja pengarnar inn, men ovisst er, hvussu nógv orka verður løgd í, at krevja parkeringsbøtur goldnar um landamørk.