Fáa onki at vita fyrrenn í kvøld

Tað verður ikki fyrrenn einaferð í kvøld, vit fáa at vita um skipini hjá Strandferðsluni fara at sigla jóladag

Fasti gerðarrætturin er nú farin undir at viðgera kæruna frá lønardeildini hjá fíggjarmálaráðnum um siglingina hjá skipunum hjá Strandferðsluni jóladag.

Manningarfeløgini hava noktað limum sínum at manna strandfaraskipini, tí ósemja er um samsýningina fyri at sigla jóladag.

 

Les eisini: Ætlaðu at skora kassan upp á at sigla jóladag

 

Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini, sigur, at jóladagur er umfatataður av sáttmálanum og tí er tað ólógligt hjá fakfeløgunum at nokta manningini at sigla.

Fakfeløgini siga, at Strandferðslan hevur aldrin siglt jóladag og tí er tað ikki umfatað av sáttmálanum.

Og í morgun legði lønardeildin málið fyri fasta gerðarrættin at taka støðu til.

Ein stuttur fundur var í morgun og eftir døgverða fór rætturin undir at viðgera málið.

Enn er einki at frætta frá viðgerðini í gerðarrættinum.

Báðir partar hava ført sína sak fram og hava ført vitni fyri gerðarættin og nú eru dómararnir farnir at viðgera tað, sum er komið fram.

 

Men tað einasta, vit frætta, er, at tað verður neyvan fyrrenn í kvøld, at rætturin kemur til eina niðurstøðu – og kanska verður tað enntá ikki fyrrenn seint í kvøld at vit fáa at vita um Strandferðslan sigur jóladag, ella ikki.

Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig og hana fara báðir partar at fylgja.