Nakað soleiðis hugsa tey sær, at tað fer at síggja út í miðbýnum í Havn

Fáa nú aftur eina rennandi á í miðbýnum í Havn

Ætlanin at lata Havnará upp aftur í miðbýnum í Havn, gekk ikki sum fleiri býráðslimir ætlaðu – men ein onnur loysn er funnin

Nakað soleiðis hugsa tey sær, at tað fer at síggja út í miðbýnum í Havn

Nú verður sjøtul settur á arbeiðið at fáa eina rennandi á aftur oman ígjøgnum miðbýin í Havn. Nú eru eini 60 ár síðani, at Havnará varð løgd undir lok, men Tórshavnar Býráð hevur arbeitt við eini ætlan um at lata ánna upp aftur mitt í býnum fyri at gera tað hugnaligari.

 

– At lata Havnará upp aftur hevur verið eitt stórt ynski hjá nógvum havnarfólkum í nógv ár, varð staðfest á einum býráðsfundi, har ætlanin varð umrødd.

 

– Tað er fantastiskt at hava eina á, sum rennur ígjøgnum miðbýin, tí tað skapar trivnað, sigur býráðslimurin Tróndur Sigurðsson, sum nú er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

Men ætlanin at lata Havnará uppaftur, sum fleiri býráðslimir tosaðu um, verður av ongum. Tróndur Sigurðsson, at tað var ikki hansara ætlan, tí áin er løgd undir betong, so tekniskt verður tað so tvørligt og dýrt, at tað letur seg at kalla ikki gera.

 

Ístaðin er ætlanin at grava eitt sindur niður og at leggja eina kunstiga á oman á gomlu Havnará fyri at fáa somu býarmynd aftur sum í gomlum døgum. Hann sigur, at talan er um leggja ánna á strekkinum frá gróthúsinum hjá Betri Banka í miðbýnum, oman fram við løgtingshúsinum og oman ímóti standmyndini av Rasmusi Effersøe á tinghúsvøllinum.

 

Vatnið, sum rennur í ánna, fer í ein brunn niðast í ánni, so verður tað pumpað niðan aftur og endurnýtt.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at tað verður heilt skjótt, at arbeiðið verður boðið út, helst verður tað síðst í hesum mánaðinum. Og fáa tey eitt nøktandi tilboð, verður arbeiðið framt, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Einasti býráðslimur, sum var ímóti ætlanini, var Elsa Berg úr Tjóðveldi.

 

Trýst her og les meiri um, hví hon var ímóti: Sum støðan er nú kann eg ikki taka undir við hesum

 

Nakað soleiðis hugsa tey sær, at tað fer at síggja út í miðbýnum í Havn