Tað kemur ofta fyri, at fólk venda sær til løgregluna og boða frá, at bilførari koyrir við kenning.
Løgreglan staðfestir, at fólk venda ikki blinda eyga ímóti, tá ið illgruni er um, at bilførarar koyra við kenning.
Løgreglan sigur, at í veruleikanum kemur tað øgiliga ofta fyri, at fólk ringja og boða frá, at tey hava illgruna um, at ein bilførari koyrir við kenning.
- Og so fylgja vit tí upp og royna at finna bilføraran, fyri at fáa greiði á støðuni, sigur løgreglan.
Aftur hetta vikuskiftið hava tey fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava illgruna um, at bilførarar koyra við kenning.
Í hesum sambandi steðgaði løgreglan teimum bilførarum, tey fingu fatur í, men tað vísti seg, at teir vóru edrúir. Hinvegin fekk løgreglan ikki fatur á onkrum av bilførarunum.
Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í nátt, hann varð steðgaður í Norðskálatunlinum, og verður nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.











