Í morgun eru nólsoyingar í Vágsbotni og selja náta. Ingolf Jacobsen og Jack Thomsen hava verið eftir náta í tríggjar dagar og fingið gott 500 nátar.
Teir hava verið norður úr Ennibergi og eystan fyri Fugloynni. Teir siga, at har var væl av náta, meðan minni er at fáa eystanfyri, sunanfyri og vestanfyri.
Tá in.fo vitjaði teir í morgun høvdu teir selt einar hundrað og høvdu um hundrað eftir.