Fáa møguleikan at siga sína hugsan

Vinnulívsfólk, politikarar og onnur skulu hoyrast í arbeiðinum at skipa nýggju fiskivinnuskipan.

Nýggja nevndin, ið skal gera eitt lógaruppskot til nýggja fiskivinnulóggávu, fær úr at gera næstu tíðina.


Eftir ætlan skal nevndin lata uppskotið úr hendi 1. august, men áðrenn tað, skal nevndin hava fundir og hoyringar við eina ørgrynnu av bólkum, myndugleikum og øðrum.


Millum annað verða tveir hoyringsbólkar skipaðir. Tann fyrri bólkurin skal vera við umboðum fyri allar partar í vinnuni. Her verður víst til feløgini hjá vinnuni á sjógvi og landi, bæði fyri útgerðar-, arbeiðsgevara- og fakfelagsskipanina.


Seinni bólkurin er mannaður við umboð fyri politisku flokkunum á løgtingi. Flokkarnir velja hvør síni tvey umboð í hoyringsbólkin, umframt at uttanflokkatingfólk verða umboðað.


Síðani verður eisini staðfest, at nevndin eigur at hoyra aðrar viðkomandi partar. Millum teir, ið verða nevndir, eru stovnar í fíggjargeiranum (Peningastovnar, Føroya Realkredittstovnur, Landsbanki Føroya, Hagstovan, Taks, o.o.), granskingarstovnar (Fróðskaparsetur Føroya, Hagstovan, o.o.) og myndugleikar (Kappingarráðið, Sjóvinnustýrið, Vørn, Skráseting Føroya o.o.).


Harumframt er ætlanin at nevndin skal skipa fyri almennum hoyringum/ráðstevnum um høvuðstættir í arbeiðinum, har fólk fáa møguleikan at siga sína hugsan.