Fáa mest av hýsu og longu á Føroyabanka

Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið verður helst brúkiligt.

Á Fiskamarknaði Føroya hava tey í dag gjørt sínar metingar um, hvussu næsta vika fer at roynast við fiski.

 

- Eitt ísfiskalínuskip er á Føroyabanka, og eitt er í kantinum á Føroyabanka.

 

Sagt verður, at skipini fáa mest av hýsu og longu og koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Av frystilínuskipunum, sum eru til fiskiskap, eru fimm undir Føroyum, harav eitt er á Føroyabanka, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið verður helst brúkiligt.

 

- So, helst verður nakað av útróðri, men útróðrarbátar hava smáligan fiskiskap, verður lagt aftrat.