Fáa meira burturúr varandi orku enn væntað

Framleiðslan frá grønari orku táttar í 60 prosent fyri 2015.

Tá SEV við ársendan í 2014 skuldi meta um, hvussu stórur partur av samlaðu orkuframleiðsluni fór at koma frá varandi orku, varð mett, at talan gjørdist um 50,8 prosent.


Nú 2015 er fari at halla, vísir tað seg, at metingin var ov lág, og veruliga talið verður nú mett at vera 57,7 prosent, ið er ein øking á 6,9 prosentstig.


Oljan verður tó enn mett at vera størsta orkukeldan og stendur fyri 42,3 prosent av framleiðsluni í 2015, meðan 39,6 av framleiðsluni kemur frá vatnorku og 18,1 prosent frá vindorku.


Júst parturin frá vindorkuni væntar SEV fer at hækka frá 1. januar, tá ein nýggj battarískipan verður sett í verk.


- Tá battarískipanin í Húsahaga er farin at virka, fæst væntandi meiri burtur úr vindorkuni, og fer tá talið við grønari orku at hækka, skrivar SEV í Rakstrar, fíggjar og íløguætlanini fyri 2016.