Fáa kringvarpsgjaldið afturgoldið

Svenski hægstirættur sigur, at teldur, teldlar og fartelefonir ikki eru at roknað sum útvarpstól, og umfatast tí ikki av kringvarpslógini.

Upp á undir eina viku hava 8000 svensk húski biðið um at fáa kringvarpsgjaldið afturgoldið.  Hetta hendir, eftir at svenski hægstirættur gjørdi av, at teldur, teldlar og fartelefonir ikki eru at roknað sum útvarps- ella sjónvarpstól, og at ein tí ikki skal gjalda kringvarpsgjald fyri hesi tól. Grundgevingin er, at meðan eitt sjónvarp ella útvarp eru gjørd við tí endamáli, at taka ímóti sjónvarps- og útvarpssendingum, so eru teldur, teldlar og fartelefonir gjørd til heilt onnur endamál, og skulu tí ikki gjalda kringvarpsgjald.

 

Svensku almennu miðlarnir harmast um avgerðina. Fleiri og fleiri eru farin frá at hava sjónvarp og nýta í staðin telduna, serliga nú flest allir miðlar gera sínar sendingarnar til taks á netinum. “Vit síggja mánað eftir mánað, hvussu tað, at hyggja í sjónvarp, verður flutt til aðrar móttakarar og skermar. Avgerðin hjá dómstólinum merkir, at bara tann parturin av fólkinum við vanligum sjónvørpum fer at gjalda fyri alt tað svenska fólkið,” sigur Eva Hamilton, stjóri í SVT í einum tíðindaskrivi, sambært dn.se.

 

Sambært donskum fjølmiðlum, fær svenski dómurin onga ávirkan í Danmark. Meðan svenska lóggávan legði dent á, hvørt eitt tól kundi taka ímóti sjónvarps- og útvarpssendingum, so leggur danska lóggávan dent á, hvørt eitt tól hevur internetatgongd ella ikki.