At spæla sjavs er ikki bara stuttligt. Tað kann eisini brúkast til at skapa gleði og trivnað hjá fólki, sum ikki eru so væl fyri í samfelagnum. Í dag fekk Herbergið hjá Frelsunnarherinum ein kekk upp á 20.000 krónur í jólagávu frá teimum, sum hava spælt kort í Posthúskjallaranum í Havn.
Tær rinda eina upphædd fyri at vera við í kortspælinum og peningurin, sum verður goldin inn, fer til vælgerandi endamál.
Tað eru seriliga tær tríggjar Sólborg Dulavík, Myrna Jacobsen og Julianna Didriksen, sum standa fyri hesum og í dag handaðu tær so Martini Kúrberg, leiðara á Herberginum, ein kekk upp á 20.000 krónur. Martin Kúrberg sigur, at tey hava ikki gjørt av, hvat peningurin skal brúkast til, men tað verður so til onkur endamál, sum fjálga um hjá teimum, sum hava sína føstu gongd á Herberginum.
Á myndini er tað Sólborg Dulavík, sum handar Martin Kúrberg gávuna, sum er ógvuliga kærkomin hjá Herberginum.
|