Fáa ikki sjúklingarnar heim

- Tað kann til tíðir vera ein trupulleiki at fáa liðugt viðgjørdu sjúklingarnar heim, sigur leiðarin á Hotel Tórshavn, Anna Maria Durhuus.

- Tað kann til tíðir vera ein trupulleiki at fáa liðugt viðgjørdu sjúklingarnar heim, sigur leiðarin á Hotel Tórshavn, Anna Maria Durhuus.

 

Søgur eru farnar at ganga um, t tað eru trupulleikar hjá Hotel Tórshavn í Danmark, at fáa sjúklingar heim, sum hava verið í Danmark í viðgerð.

 

Vit vendu okkum tí til hotellið og prátaðu við leiðaran, Onnu Mariu Durhuus, og hon váttar hesi tíðindi.

 

- Tað eru trupulleikar til tíðir, og teir eru afturvendani. Tað vísir seg eisini, at tað ber ikki til at bíleggja ferðaseðil framman undan, sigur Anna Maria Durhuus.

 

Tað vísir seg eisini, at tað ber illa til at siga, hvussu leingi sjúklingarnir eru í viðgerð.

 

- Og tá kunnu vit renna okkum í trupulleikar, um teir ein dag fáa at vita, at nú eru teir lidnir við viðgerðina. Tá kann vera trupult at fáa pláss við flogfarinum, sigur Anna Maria Durhuus.

 

Hon sigur hinvegin, at trupulleikin ikki neyðturviliga er stórur, men serliga upp undir høgtíðir kann tað vera trupult at fáa ferðaseðil.

 

- Tá kann trupulleiki uppstanda, um hotellið er fult, og nýggir sjúklingar eisini koma, sigur Anna Maria Durhuus.

 

Sum skilst er trupulleikin uppstaðin eftir, at Atlantsflog leigaði eina Airbus flogfarið til íslendingar.