Tað skal ikki vera ein lógartryggjaður rættur, at fólk skulu hava fult starv.
Tað heldur samgongan.
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at samgongan skal útgreina trupulleikan við at so nógv fólk í almennum starvi bara sleppa at arbeiða fulla tíð, men verða sett í parttíðarstørv.
Meirilutin í Vinnunevndini, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein, heldur, at hetta er ein trupulleiki, landsstýrið átti at viðgjørt.
Spurningurin eigur eisini at verða við í einum javnstøðupolitikki, sum verður orðaður í næstum og í mai verður ráðstevna um javnstøðupolitikkin.
Meirilutin heldur eisini, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, kann útgreina gera eitt rundskriv, sum ásetir, hvussu farast skal fram tá ið størv verða sett.
Meirilutin í Vinnunevndini heldur ikki, at hesi viðurskifti skulu ásetast við lóg og vil i ikki hava uppskotið samtykt í Løgtinginum.
|










