Fáa ikki framíhjárætt til pláss á sambýli

Ein upptøkunevnd ger av, hvør sleppur inn og tað hava politikarar onga ávirkan á, sigur Annika Olsen

Tey, sum búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, fáa ikki framíhjárætt til pláss í nýggja sambýlinum Eystan Heyg í Havn.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum

 

Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt hana, hvør sleppur at búgva í nýggja sambýlinum Eystan Heyg í Havn. Har verður pláss fyri 16 fólkum og heimið verður liðugt tíðliga í summar.

 

Tað er upplýst, at einir 15 sálarliga sjúk fólk noyðast at búgva á Psykiatriska deplinum tí at ongir aðrir møguleikar eru.

 

Og fleiri politikarar í Løgtinginum hava hildið, at tað vera hesi 15 fólkini, sum fáa framíhjárætt at flyta inn í nýggja sambýlið.

 

Men nakað síðani reisti Annika Olsen iva um hetta og tí hevur Sirið Stenberg spurt hana beinleiðis, hvør tað er, sum sleppur at flyta inn í sambýlið.

 

Annika Olsen sigur, at eftir kunngerð um skipan av sambýlum, er tað ein upptøkunevnd, ið tekur avgerð um, hvør fær búpláss á nýggja sambýlinum.

 

Í hesi upptøkunevndini sita umboð fyri Almannaverkið og fyri Psykiatriska depilin og avgerðin um, hvør fær pláss á sambýlinum, verður tikin eftir eini samlaðari meting, ið tekur atlit til tørvin, ynskini hjá tí einstaka, sjálvsavgerðarrættin og viðurskifti annars, sum skal tryggja, at búfólkini hóska saman.

 

- Avgerðin um upptøku og visitatión er skipað í kunngerð og er upptøkan tískil uttanfyri politiska ávirkan, sigur Annika Olsen.

 

Annika Olsen ger eisini vart við, at eftir byggiskránni, sum bygginevndin, ið varð sett til at gera tilmæli um nýggja sambýlið, hevur tilevnað, skulu fólkini, sum skulu búleikast í nýggja sambýlinum, búgva m.a. á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur fingið upplýst, at í løtuni eru eini 49 fólk við sálarligum avbjóðingum á bíðilista til bútilboð.

 

- Tað eru áleið 37 fólk, sum hava søkt búpláss á nýggja sambýlinum Eystan Heyg, ið kemur at hýsa 16 fólkum, sigur hon.

 

Hon tekur fult undir við sjónarmiðinum um, at korini hjá teimum, sum eru liðugt viðgjørd og fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum, ikki eru nøktandi.

 

- Tí vóni eg eisini, at nýggja sambýlið kann veita teimum búpláss, sigur hon.

- Eg vóni somuleiðis, at avtalan, sum eg havi gjørt við landsstýrismannin í heilsumálum um at fara undir eina tilgongd at fáa tey út av sjúkrahúsinum, kann fremjast í verki, soleiðis at tey fáa sømiligari kor at búleikast undir tillagað teirra tørv, sigur Annika Olsen.