Fáa ikki fleiri mótmæli ímóti grindadrápi

Sea Shepherd fær lítið burtur úr at vera í Føroyum, men vit gera okkum sjálvum ikki nakra tænastu við at skjóta dronur hjá teimum niður

Vit fáa ikki fleiri mótmæli nú, enn vit plaga at fáa. Tað sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevari í Mentamálaráðnum har eitt av hansara starvsøki, er at verja okkara grindadráp.

 

Sea Shepherd hevur gjørt nógv um seg í Føroyum í ár, men framferðin er broytt. Fyrr løgdu tey upp í grindadráp, men tað gera tey ikki longur. Ístaðin gera tey nógv burtur úr at taka grindadráp upp á video, eisini við dronum, og so verða myndirnar almannakunngjørdar.

 

Men tað er ógvuliga ivingarsamt, hvussu tað hevur eydnast Sea Shepherd at varpa ljós á grindadráp uttanlands. Páll Nolsøe sigur, at tey hava ansað eftir, at Daily Mail, Daily Mirror, Washington Post, og onkrir aðrir stórir miðlar, hava skrivað um grindadráp. Men tað er einki óvanligt, at tey gera tað, tí tað gera tey av og á - men so hendur heldur ikki meir.

 

Men umframt tað, fær landsstýrið ikki fleiri mótmæli enn tað vanliga, sigur hann.

 

Men tað, sum er nýtt hesa ferð, er, at miðlarnir hava eisini gjørt nógv burtur úr, at samanbrestir hava verið ímillum umboð fyri Sea Shepherd og grindamenn. Ikki minst hava tey greitt fráa hendingini, har ein drona varð skotin niður í grindadrápinum í Hvannasundi fyrr í ár. Tey hava eisini gjørt eitt sindur burtur úrhendingini, har ein kúla av einum grindahvali varð krøkt upp á húkin í rundkoyringini í Klaksvík.

 

Páll Nolsøe heldur ikki slíkar hendingar eru ikki nakar fyrimunur fyri okkum, tí tað gevur miðlum eitt ítøkilgt høvi til at umrøða grindadráp eina ferð afturat. Hann heldur, at formaðurin í Grindamannafelagnum hevur sagt tað so væl, at endmálið hjá umhvørvisfelagsskapum er nettupp at provokera føroyingar til at leypa fram av, sum tað hendi, tá ið dronan varð skotin niður í Hvannasundi. Men at tað hevur alstóran týdning, at vit halda høvdið kalt, og ikki lata okkum provokera, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum.