Fáa ikki ein skattalætta á 5.000-10.000 krónur

Samgongan sigur, at tað verður ov dýrt, men andstøðan sigur, at tað hevði verið gott fyri samfelagið


Tey, sum eru limir í fakfeløgum, sleppa ikki at draga limagjaldið til fakfelagið frá í skatti.

 

Tað er greitt, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen um at limir í fakfeløgum skulu sleppa at draga limagjaldið frá í skatti.

 

Men tað er samgongan ikki við upp á.

Nú fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, vísa umboðini fyri samgonguna á, at fyri einum             15 árum síðani varð skattaskipanin umskipað.

 

Fyrr kundi alt møguligt dragast frá í skatti, men allir frádráttirnir vórðu avtiknir, fyri at gera skipanina einfaldari og bíligari at umsita.

Men samstundis fingu skattaborgarar endurgjald fyri allar frádráttirnir teir mistu.

Men úrslitið er, at nú hava vit eina skattaskipan, sum er bílig at reka , tí hon er at kalla sjálvvirkandi hjá nógv teimum flestu skattaborgarum

 

Og samgongan sigur, at hon er ikki sinnað at økja um umsitingarútreiðslurnar aftur og tí mælir hon Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Andstøðan sigur, nú eru tað bara arbeiðsgevarar, sum kunnu draga limagjald í felagsskapum frá í skatti og tað er ikki rættvíst.

 

Men hjá fakfeløgunum er veruleikin eisini, at tann parturin av limagjaldinum, sum fer í verkfallsgrunn, verður skattaður tvær ferðir.

 

- Fakfeløg hava goldið tíggjutals milliónir úr verkfalsgrunnum, tá ið verkfall er, vísir andstøðan á.

 

Tað er peningur, sum longu er skattaður, tí talan er um limagjald frá limunum í fakfeløgunum.  Men tá ið hann verður goldin úr verkfalsgrunninum, verður hann skattaður einaferð afturat.

 

Andstøðan sigur, at eitt húski, har tvey fólk eru limir í einum arbeiðarafelag, hevði fingið ein skattalætta á 5.000-10.000 krónur um árið, sleppa tey at draga limagjaldið frá í skatti.

 

Tað er peningur, sum í størstan mun hevði farið í beinleiðis nýtslu og tí hevði tað, landskassin missur, í stóran mun komið innaftur í landskassan í mvg og øðrum avhjøldum.

 

- Nýtslan hjá húsarhaldinum er sera lág, tí vilja tiltøk, ið eru við til at seta gongd á nýtsluna verða gagnlig fyri tann einstaka og búskapin, sigur andstøðan.

 

Hon heldur eisini, at hetta hevði eggjað fólki at skipa seg í fakfelag og tað er bara ein fyrimunur fyri allan arbeiðsmarknaðin.