Fáa ikki bjargingarløn

Norðmenn fáa einki fyri at hava hjálpt Ocean Tiger, sum fór at leka í ísi í Eysturgrønlandi í 2007.

Hægstirættur í Keypmannahavn havnaði í gjár kravinum frá einari norskari trolaramanning, sum vildi hava bjargngarløn fyri at hava hjálpt danska rækjutrolaranum Ocean Tiger, sum fór at leka í ísi í Eysturgrønlandi í 2007.

 

Ocean Tiger fekk trupulleikar í ísi næstan 200 fjórðingar úr landi, og hol kom á skrokkin. Manningin royndi at tetta lekan og bað um hjálp. Norski trolarin Remøy Viking kom teimum til hjálpar. Norðmenninir koyrdu pumpur umborð á Ocean Tiger, og Remøy Viking sigldi framman fyri Ocean Tiger út úr ísinum.

 

Aftaná vildu norðmenninir vera við, at danski trolarin hevði verið í vanda, og teir vildu hava 3,5 prosent av skipsvirðinum ella 3,5 milliónir krónur í bjargingarløn. Danska reiðaríið helt hinvegin uppá, at hvørki skip ella manning høvdu verið í vanda, og at tað var vanligt, at skip hjálpa hvør øðrum.

Hesum gav Hægstirættur Bornholm-reiðarínum viðhald í. Rætturin sigur í úrskurðinum, at Ocean Tiger hevði nóg stóra pumpuorku, og at manningin hevði fult tamasrhald á støðuni.